Tann ógvusligi ófriðurin í London og øðrum bretskum býum hevur fingið David Cameron, forsætisráðhara at slíta summarfrítíðina, sum hann hevur hildið í Italia. Fyrrapartin hevði hann fund við Cobra, sum er tað serliga kreppuráðið hjá stjórnini, har limirnir tosaðu um, hvussu myndugleikarnir skulu steðga ófriðinum.
-Vit fara at gera alt, sum er neyðugt fyri at endurskapa frið í gøtunum. Eg fordømi tað, sum vit hava sæð teir seinastu dagarnar og serstakliga álopini á løgreglumenn og sløkkiliðsmenn. Hetta er kriminalitetur, sum skal fáa svar, segði Cameron á einum stuttum tíðindafundi uttan fyri Downing Street 10.
Í gjárkvøldið vóru 6.000 løgreglemenn í gøtunum í London, men næstu nátt verða teir 16.000 í tali.