Cameron á søguligari vitjan

Tað var einki minni enn søguligt, tá bretski forsætisráðharrin, David Cameron, kom til Myanmar í dag, tí hetta er fyrstu ferð í mong ár, at ein vesturlendskur stjórnarleiðari vitjar landið.

Á vitjanini skal Cameron tosa við Thein Sein, forseta, sum tykist vera sinnaður at fremja politiskar nýskipanir eftir næstan 20 ár við hernaðarstýri. Cameron skal eisini hitta andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi, sum júst er vald í tjóðartingið.

Stýrið í Myanmar hevur víst vilja til politiskar broytingar, og fleiri vesturlendskir politikarar hava vitjað landið í seinastuni. Eitt nú hava uttanríkisráðharrarnir í USA og Bretlandi, Hillary Clinton og William Hague, verið har, og fyri stuttum var danski ráðharrin í menningarmálum, Christian Friis Bach, í Myanmar. David Cameron er hinvegin tann fyrsti vesturlendski stjórnarleiðarin, sum vitjar landið, síðani herurin tók valdið.

Myanmar er fyrrverandi bretskt hjáland.