Tað er ikki bara í Íslandi, at Panamaskjølini hava elvt til eina politiska kreppu fyri leiðandi politikarar í landinum. Í Bretlandi er David Cameron, forsætisráðharri, endaður í einum politiskum ódnarveðrið, aftaná skjøl vísa, at hann hevur vunnið pening upp á eitt felag, skrásett í Panama og Bahamaoyggjunum, ið pápi hansara átti.
Í fyrstu atløgu skákaði forsætisráðharrin seg undan gøluna, tá skjølini ikki nevndur forsætismálaráðharran sjálvan, men einans pápa hansara. Seinastu dagarnar er tað tó komi fram, at David Cameron hevði, áðrenn hann gjørdist forsætismálaráðharri, partabrøv í felagnum, og hevur vunnið pening upp á tey.
Tað hevur skapt trupulleikar fyri forsætismálaráðharran. Fleiri røddir vilja nú hava hann at leggja frá sær, og seinasta veljarakanningin vísir, at veljararnir venda honum bakið.
Í veljarakanningin hjá YouGov siga 34 prosent av veljarunum, at David Cameron ger eitt gott arbeiði, meðan 58 prosent siga at hann ger eitt vánaligt arbeiði. Talan er um lægstu undirtøku hjá forsætismálaráðharranum síðani juli 2013.
Fleiri túsund fólk væntast eisini at taka lut í eini mótmælisgongu í dag, har kravt verður, at forsætismálaráðharrin leggur frá sær.
Ikki óvæntað er Jeremy Corbyn, andstøðuleiðari og leiðari fyri Arbeiðaraflokkin, millum teirra, ið krevur eina forkláring.
- Forsætismálaráðharrin hevur mist álitið hjá bretska fólkinum. Hann má nú geva eina fulla forkláring um hansara privatu skattaviðurskifti og geva tinginum eina frágreiðing í næstu viku, segði Jeremy Corbyn í gjár.
Forsætismálaráðið hevur higartil avvíst allar ákærur um, at forsætismálaráðharrin hevur gjørt nakað ólógligt.