Í gjár gekk Bretland nýggjan uttanrikisráðharra, sum er David Cameron, fyrrverandi bretskur forsætisráðharri.
Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at uttanríkisráðharrarnir í Bretlandi og USA tosaðu saman í gjárkvøldið.
Bretska uttanríkisráðið skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at David Cameron hevur skift orð við starvsbróðurn sín í USA, Antony Blinken.
Sagt verður, at teir báðir skiftu orð um eitt nú Miðeystur og tørvin á humaniterari vápnahvíld og hjálp til Gaza.
Í sínámillum samrøðuni søgdu David Cameron og Antony Blinken seg báðir framhaldandi stuðla Ukraina í stríðnum móti Russlandi.