Tey seinastu tølini í Bretlandi vísa, at konservativi flokkurin fær 305 parlamentslimir ella 21 ov fáar til at fáa avgjørdan meiriluta. Sostatt má David Cameron tryggja sær stuðul frá øðrum, um hann skal skipa stjórn.
Tey somu tølini geva arbeiðaraflokkinum 255 tinglimir, liberaldemokratunum 61 og øðrum flokkum 29.
Higartil eru atkvøðurnar í trimum valdømum á Sunderland-leiðini taldar, og í øllum trimum endurvann arbeiðaraflokkurin síni umboð. Men í øllum valdømunum vísti úrslitið, at arbeiðaraflokkurin hevur mist væl av atkvøðum til tann konservativa flokkin.
Eygleiðarar í London siga, at tað endaliga úrslitið kemur neyvan fyrr enn fyrrapartin í morgin.








