Undir einum orðaskifti í bretska Parlamentinum í dag nevndi David Cameron, forsætisráðharri, møguleikan fyri, at stjórnin fer at biðja herin leggja uppí, um ófriðurin í London og øðrum stórum býum heldur fram.
-Tað áliggur stjórnini at tryggja at kanna allar møguleikar, eisini um tað eru uppgávur, sum herurin kann taka sær av, so løgreglan kann taka sær av øðrum uppgávum, segði Cameron.
Forsætisráðharrin hevur sagt, at teir 16.000 løgreglumenninir, sum vórðu sendir út á gøturnar í London fyrr í vikuni, verða verandi har teir næstu dagarnar. Harumframt eru 450 sokallaðir detektivar settir at kanna myndir úr vevmyndatólum fyri at vita, hvør skipar fyri ófriðinum.