Cameron fingið øði í Merkel

Fyri nøkrum døgum síðani segði bretski forsætisráðharrin, David Cameron, at hann umhugsar at brúka bretska sýtingarrættin ímóti uppskotinum um eina langtíðarfíggjarlóg hjá ES fyri árini frá 2014 til 2020, tí útreiðslurnar veksa ov nógv eftir hansara tykki.

Hóttanin úr London er ikki fallin í góða jørð í Berlin, og sambært bretska blaðnum Financial Times er Angela Merkel vorðin so ill, at hon umhugsar at strika toppfundin tann 22. og 23. november, sum hevur langtíðarfíggjarlógina sum einasta mál á dagsskrá.

Tað er kortini ikki bara Bretland, sum heldur útreiðsluvøksturin í uppskotinum vera ov stóran. Tað ger Danmark eisini, men Danmark og onnur lond eru sinnað at taka undir við einum broytingaruppskoti, so vøksturin minkar eitt sindur. Men Bretland vil als ikki hava nakran útreiðsluvøkstur.

Fytst í næsta mánað fer Angela Merkel til London at tosa við David Cameron, og sambært Financial Times fer hon tá at gera Cameron greitt, at broytir hann ikki støðu, verður eingin toppfundur.