Evrulondini skulu skunda sær at loysa teir fíggjarligu trupulleikarnar, sum tey dragast við, tí annars kann kreppan elva til fall í øllum heimsbúskapinum. Tað segði bretski forsætisráðharrin, David Cameron, beint áðrenn tann konservativi stjórnarflokkurin setti sín landsfund í Manchester í gjár.
-Kreppan í evrulondunum er ikki bara ein hóttan ímóti sjálvum økinum, men eisini ímóti bretska búskapinum og heimsbúskapinum. Tí má hetta loysast, segði Cameron við BBC.
Men samstundis vísir Cameron aftur øllum tosi um, at bretar eiga at halda fólkaatkvøðu nú um landins limaskap í ES. Hinvegin kann spurningurin um at taka Bretland úr ES gerast eitt av evnunum á landsfundinum, tí nógv konservativ eru ímóti ES.