Eingin fekk skaða, tá ein stórur eldsbruni oyðilegði ein stóran part av Camden Market í London í gjárkvøldið. Meiri enn 100 sløkkiliðsmenn vórðu sendir at basa eldinum, og seint í gjárkvøldið eydnaðist tað teimum at fáa tamarhald á eldinum. Men tá var ein stórur partur av tí kenda marknaðinum oyðilagdur. Einki fólk fekk tó skaða, tí tað eydnaðist at flyta tey burtur.
Løgreglan í London veit ikki, hví eldur kom í, ella hvar hann kyknaði. Kortini bendir nógv á, at eldurin kyknaði í onkrari sølubúð.
Camden Market er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum, og umleið 500.000 fólk vitja marknaðin hvørja viku.