Sum skilst gongur væl við at bora tann fyrsta av trimum brunnum. Men enn er ov stutt borað til at siga nakað ítøkiligt. Endamálið við hesum trimum brunnum er at vita, um oljukeldan, sum eitt oljusamtak við Chevron sum fyristøðufelag fann fyri tveimum árum síðani, er rakstrarverdug.
Hóast lítið hoyrist til tað, sum fer fram hinumegin markið, so verður oftani spurt, hvussu gongur við Cambo-oljukelduni, sum eitt samtak við Amerada Hess á odda fann fyri nøkrum árum síðani. Tað hevur ljóðað, at talan her er um eina stóra oljukeldu, men hon hevur so havt status sum ”tight” higartil. Sosialurin hevur spurt kunningarstjóran hjá Amerada Hess, Andy Mitchell, hvussu støðan er við Cambo. Hann sigur, at hesin brunnurin enn hevur ”Tight” status, og tí verða ongir upplýsingar latnir almenninginum. Vit hava tó skilt á keldum, at tað verður leitað eftir boripalli at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn. Cambo liggur rættiliga tætt upp at føroyska markinum, og tí hevur henda keldan stóran áhuga fyri føroyskar oljumyndugleikar.









