Undan Champions League dystinum móti The New Saints úr Wales í kvøld, tykist púra greitt, at Ibrahima Camara hevur spælt sín seinasta dyst fyri B36.
Hann er ikki við í hópinum í kvøld hóast hann ikki er skaddur ella hevur forfall. Tað ljóðar, at framherjin úr Senegal hevur fingið greið boð frá leiðsluni hjá B36, at hann ikki er ynsktur í felagnum longur.
23 ára gamli framherjin kom til B36 í vetur, har hann skuldi avloysa Adeshina Lawal, ið bleiv kosin ársins spælari farna kappingarár. Sum skilst, so verður mett úr B36, at Ibrahima Camra ikki er rætti maðurin til uppgávuna.
Fleiri ábendingar hava verið um ónøgdina við framherjan. Hóast hann byrjaði væl og hevur skotið fimm mál í landskappingini, so hevur B36 millum annað roynt seg við monnum sum Lukasz Cieslewicz og Hanusi Thorleifsson í álopinum.
Tað hevur ljóaða, at feløg sum TB og FC Suðuroy hava víst áhuga fyri at fáa framherjan.
B36 spælir í kvøld klokkan 19 móti The New Saints úr Wales. Hetta er í undankappingini til Champions League undanspælið.










