FÓTBÓLTUR
Beint áðrenn dysturin í gjárkvøldið fór í gongd, fór næstan ein gjóstur ígjøgnum áskoðarafjøldina, sum var savnað í B36-skýlinum. Mitt í rúgvuni sóust tvey kend andlig, og beinanvegin fór fólk at teska sínamillum: »Er hatta ikki…?«
Og, jú, tað var Colin Calderwood, ið var eitt dúgliga nevnt navn í føroysku miðlunum fyri nøkrum mánaðum síðani, tá fyrst Sosialurin avdúkaði, at hann taldist millum føroysku landsliðsvenjaraevnini, og hinir miðlarnir síðani tóku eftir. Onkur teirra vildi enntá vera við, at Calderwood var á veg umborð á eitt av flogførunum hjá Atlantsflogi, men ikki fyrr enn í gjár setti hann altso fótin á føroyska jørð.
Saman við einum øðrum kendum fýri, Dean Saunders, var Calderwood millum áskoðararnar, og eftir dystin váttaði hann eisini, at hann í kvøld fer at hyggja eftir føroyska A-landsliðsvenjaranum, sum spælir sín fyrsta dyst við Brian Kerr sum venjara.
Stórt stig fram
– Hetta var ein fínur dystur, serliga í seinna hálvleiki. Og tykkara málmaður hevði serliga í tí eina førinum eina heilt ótrúliga bjarging, segði skotin, sum helt bara henda dystin gera tað fult út vert at vera komin ein túr til Føroya.
– Teir føroysku spælararnir spældu við sera stórum stríðsanda, men eg má eisini virða russar fyri, hvussu teir royndu at spæla sín dyst. Hetta var ein stuttligur dystur at síggja.
Hóast Colin Calderwood sammetti liðini og rósti báðum, var hann fullgreiður yvir, at hann hevði verið vitni til eina sensatión:
– Tá ein tjóð, so stór sum Russland, tapir á vøllinum, óansæð hvør tað er, sum vinnur, er tað ótrúligt, tí russar megna at framleiða nógvar góðar ungar spælarar, og teir koma altíð heilt til endaspælið, segði hann.
– Men hetta er eisini eitt stórt stig fram fyri føroyskan fótbólt, so allur heiður til føroyska liðið fyri avrikið. Teir byrjaðu sera væl, og hóast tað ofta er ein vandi í at fáa mál ov tíðliga, spældu teir dystin sera væl og dugdu at standa seg í tí støðuni, at teir so tíðliga vóru komnir á odda. Teir spældu sera disiplinerað.
Gott fyri ego
Sum nevnt, var nógv at hoyra um Colin Calderwood fyri nøkrum mánaðum síðani, tá Fótbóltssambandið leitaði eftir einum avloysara fyri Jógvan Martin Olsen sum landsliðsvenjari.
Calderwood vildi hvørki vátta ella avsanna í gjárkvøldið, at hann veruliga hevði verið upp á tal sum føroyskur A-landsliðsvenjari.
– Eg hevði akkurát mist starvið í Nottingham Forest, og tá hoyrdi eg, at tað vóru nakrar spekulatiónir. Tað er altíð deiligt at verða settur í samband við slík størv, tí tað er gott fyri títt ego, segði Calderwood eitt sindur skemtandi, uttan at fara nærri inn á evnið, men heldur at halda seg til dystin ímóti Russum og tann hjá A-landsliðnum í kvøld ímóti Serbia.
– Nú slapp eg fyrst at síggja U21-liðið hjá tykkum, sum eg havi hoyrt nógv gott um, og sjálvandi skal eg eisini síggja A-landsliðið ímóti Serbia.