Cairn vinnur nógvar pengar

Oljufelagið Cairn Energy, sum borar eftir olju við Disko-oynna í Vesturgrønlandi, hevur havt sera stóra framgongd í virkseminum, sum felagið hevur í India. Í einari fráboðan til virðisbrævamarknaðin í Bombay sigur Cairn Energy, at í fyrsta ársfjórðingi í ár var umsetningurin hjá indisku deildini oman fyri 100 milliónir dollarar, og tað er fýra ferðir meiri enn í sama ársfjórðingi í fjør.

Høvuðsorsøkin til tann stóra vøksturin er, at felagið fær nógva olju burtur úr sínum boringum í landspartinum Rajasthan.

Eitt úrslit av teirri góðu gongdini er, at í fyrsta ársfjórðingi var avlopið eftir skatt seks ferðir størri enn í sama ársfjórðingi í 2009, skrivar KNR.