Italsku myndugleikarnir hava reist ákæru móti brasilska landsliðsskiparanum, Cafu. Cafu hevur í fleiri ár spælt í italskum fótbólti, og fyri trimum árum síðani fekk hann dupultan statsborgaraskap. Nú halda myndugleikarnir seg vita, at hetta varð gjørt undir skeivum fortreytum, og saman við argentinska Gustavo Bartelt er Cafu tí ákærdur fyri dokumentsvik. Revsiramman fyri lógarbrotið er upp til níggju mánaða fongsul.