Partur av Hotel Runavík, sum nú er latið upp aftur er Café Runavík, sum Olga Maria Djurhuus (myndin) rekur.
Tað sæst aftur í café´ini, at Olga Maria Djurhuus hevur verið búsett í Fraklandi nøkur ár, og hevur fingið sær íblástur úr Fraklandi.
Tó er tað meira tað siðbundna, og ikki tað franska, sum er á matarskránni á Café Runavík ta fyrstu tíðina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Olgu Mariu Djurhuus í seinnapartssendingini hjá Rás2, sum var send úr Runavík.