Café Vágsbotn riggar av

Vit komu seint í gongd, men cafein royndist so mikið væl, at vit heilt vist lata upp aftur 1. mai næsta ár, sigur Johannus Jensen, stjóri

Tað tók drúgva tíð at fáa Café Vágsbotn upp á beinini. Tað dróg út við loyvunum, og cafein opnaði ikki fyrr enn 4. juli.

Loyvið er annars galdandi frá 1. mai til 31. august, og tað er eigarin sjávur, Johannus Jensen, sum hevur søkt um hesar fýra mánaðirnar.

- Tað kundi verið ynskiligt, at loyvi var galdandi longri tíð, so vit kundu havt opið til serlig tiltøk í Vágsbotni, ella jólamánaðin kanska. Eg ivist ikki í, at bæði loyvisnevndin og býráðið høvdu játtað, um søkt varð um tað, sigur Johannes Jensen.

Stjórin á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn sigur annars, at caféin er ógvuliga væl móttikin og at tey hava fingið nógvar positivar viðmerkingar.

- Vit hava havt nógvar útlendingar á cafeini gjøgnum dagin, bæði ferðafólk og útlendingar annars. Men veðrið hevur alt at siga, og eg haldi, at vit hava verið rættiliga heppin við veðrinum, sigur Johannes Jensen.

Sjálvandi hava dagarnir verið ójavnir. Summir hava givið undirskot, men tað hava sanniliga eisini verið dagar við yvirskoti.

- Tað, at vit fara at lata upp aftur komandi ár, sigur nakað um, at tað loysir seg at hava opið. Og vit ætla at gera okkum enn betri út til komandi ár, sigur Johannes Jensen.

 

Meiri lív í

Stjórin á Café Vágsbotn sigur, at tað hevur verið alt ov stutt opið í ár, tí tað gekk so long tíð, áðrenn øll loyvini vórðu í lagi.

- Uppstarturin er altíð dýrur, vit skulu gera íløgur í bæði køk, blómur, borð og stólar. Og so høvdu vit teir byrjunartrupulleikar, sum altíð eru. Men vit lata upp aftur næsta ár, og tá ætla vit at betra um konseptið, bæði við matarskrá og øðrum, sigur Johannes Jensen.

Hann heldur annars, at nógv meiri lív er komið í Vágsbotn.

- Bæði á Ólavsøku og í heila takið er komið munandi meiri lív í í Vágsbotni, sigur Johannes Jensen.

Fiskatorgið hevur sjálvandi gjørt sítt til, og býráðið hevur boðað frá, at tað ætlar at hugna um, ikki bara í Vágsbotni, men í Tórsgøtu sum heild. Og Johannes Jensen ætlar at gera sítt til at hugna um, og 1. mai næsta ár letur Café Vágsbotn upp aftur.