Café Vágsbotn latið upp

Tað hevur tikið sína tíð, men nú er Café Vágsbotn veruleiki. Ætlanin er, at cafein skal verða opin frá 1. mai til 1. september Tað er Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, sum hevur tikið stig til úticafeina í Vágsbotni.

- Tað eru meiri enn tvey ár síðani eg søkti um loyvi, og nú eru so øll loyvir komin upp á pláss, sigur Jóhannes Jensen.

Sølan fer fram úr gomlu bensinstøðini hjá Zachariasi á Argjaboga, og har ber til at fáa vanligt kaffi, cappuchino og café latté, vaflur, køkur, tvey sløg av salati og tvey sløg av sandwich. Somjuleiðis verður sodavatn og veikt øl at fáa.

Latið verður upp á miðdegi og aftur millum 22 og 02, alt eftir veðri og fólki. Opið verður allar dagar í vikuni.

Hetta skal verða eitt stað, har øll kunnu koma, tað verið seg ungar barnafamiljur ella gomul fólk, avbygdafólk eins væl og havnarfólk, sigur Jóhannes Jensen.

Café Vágsbotn er ein liður í at fáa lív í Vágsbotn aftur, og tí harmar tað Jóhannes Jensen, at Karlsborg er latin aftur.

Hinvegin fegnast hann um, at býráðið hevur arbeitt so professionelt og málrættað við ætlanunum um Tórsgøtu og Vágsbotn.

- Serliga tað, at teir hava avmarkað ferðsluna við vegbungum og av ferðsluavmarking í Grím Kambansgøtu, sigur Jóhannes Jensen.