Café Natúr sum útstilling í Oslo

Var tú á Cafe Natúr tann 22.desember 2008, kann tú møguliga hoyra teg sjálvan á Gallarínum Pan í Oslo í hesum døgum.

Talan er um eina ljóðinstallatión, sum Heðin Ziska Davidsen og Jens L. Thomsen standa fyri.

 

Kvøldið, 22. desembur, var ikki eitt vanligt kvøld í Café Natúr. Gaman í, fólkini sum vóru har, vóru vanlig. Tað tey tosaðu um, var tað vanliga. Tónleikurin sum varð spældur, var tann vanligi. Tað sum var óvanligt, var at alt hettar ljóðið, og bara ljóðið, varð fangað.

 

Teir høvdu nevniliga goymt 23 mikrofonir runt í caféini so samrøður, gangur, tónleikur, hurðaklams, skolan av gløsum, klirran av gløsum og so framvegis varð tikið uppá band, sum man sigur. Byrjað varð um klokkan 22 og til tey síðstu fólkini fara út morgunin eftir klokkan 4.

 

Allur hesin stemningurin er nú inni í gallarí Pan, St. Olavs Gate 7, Oslo. Men bara ljóðið. Tú kann standa uttanfyri Café Natúr og hoyra bilar (við píkum) koyra framvið og hoyra fólkini sum roykja práta um ymiskt. Tú hoyrur hurðina ganga og hoyrur øll fólkini innanfyri. Tú kann fara innar og hoyra øll fólkini tosa í holið á hvørjum øðrum og ganga ímillum tey. Men hettar er alt í einum relativt tómum hølum.

 

Tað er eitt sindur sum at ganga millum spøkilsi ella at vera eitt spøkilsi millum menniskju. Tú kann stilla teg heilt tætt at fólki uttan at tey reagera uppá nakran sum helst máta.

 

Installatiónin er partur av festivalinum Happy Nordic Music Days. Tað eru tveir festivalar eru settir saman, Nordic Music Days og Happy Days.

 

Installatiónin stendur í døgunum 20. august til 23. august og byrjar klokkan 11 hvønn dag.