Café Natúr selt

Bárður Højgaard, Eyðun Simonsen og Hans Jørgen Djurhuus hava keypt Café Natúr burturúr samtakinum Byin.fo

Rúni Djurhuus, stjóri í Byin.fo, váttar, at Café Natúr er selt burturúr samtakinum Byin.fo, sum fevnir um fimm ymisk skeinki- og dansistøð í høvuðsstaðnum: REX, Eclipse, Café Natúr, Cippo og Manhattan.

– Tað kom eitt so gott tilboð, at vit ikki fingu sagt nei, sigur Rúni Djurhuus.

Teir sum hava keypt Café Natúr úr Byin.fo, eru tríggir av fyrrverandi eigarunum í Byin.fo: Bárður Højgaard, Eyðun Simonsen og Hans Jørgen Djurhuus. Tað vil siga, at tað nú bara eru Rúni Djurhuus, Janus Einar Sørensen og Hálvdan Haldórsen sum eiga Byin.fo. Við øðrum orðum líkjast eigaraviðurskiftini nú uppruna eigaraviðurskiftunum, tá Hálvan Haldórsen og Rúni Djurhuus keyptu náttarlívið í høvuðsstaðnum av fyrstan tíð.

– Møguliga var hetta ov nógv til og fáar menn, sigur Rúni Djurhuus, sum uttan at fara í smálutir leggur aftrat, at Byin.fo í næstum ætlar at víðka um virksemi í náttarlívinum.