Caféin á Mølini letur nú upp

Leygardagin 30. juni letur Caféin á Mølini í Skálavík upp, og í hesum sambandi verður skipað fyri tiltaki.

Leygardagin 30. juni klokkan 15 letur Caféin á Mølini í Skálavík upp, og í hesum sambandi verður eisini skipað fyri tiltaki í hølunum.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri hesa forvitnisligu kafé-verkætlan í Skálavík.

 

Eftir at dyrnar eru latnar upp klokkan 15, koma spælimenninir, Eyðstein og Poul Jákup, á vitjan kokkan 16, og her verður helst onkur góð søga at hoyra eisini.

 

Rithøvundurin, Oddfríður Rasmussen, fer at lesa yrkingar klokkan 19, og hann fer eisini at hugleiða um tað at seta orð saman.

 

At enda fara Ravnar at spæla góðan country-tónleik frá klokkan 21 leygarkvøldið og úteftir, og hetta kvøldið verður opið á Mølini til klokkan 02.

 

- Øll eru vælkomin á Caféina á Mølini. Her fært tú altíð ein góðan kopp av kaffi og okkurt gott afturvið, siga eigararnir av nýggju kafé’ini.

 

Sambært Facebook-síðuni - Caféin á Mølini - verður opið frá sunnudegi til og við hósdag frá klokkan 11-22, og fríggjadag og leygardag verður opið frá klokkan 11-02.