Café Grugg aftur í kvøld

Av tí at útselt hevur verið til allar sýningarnar á Café Grugg á Meiarínum, hevur Tjóðpallurin avgjørt at hava enn eina sýning í kvøld kl. 22. Um ólavsøkuna hevur Tjóðpallur Føroya skipað fyri teatur- og tónleikacafé á Meiarínum undir heitinum Café Grugg. Har er høvi hjá fólki at njóta eina upplivingarríka løtu við góðum tónleiki og sjónleiki.

- Hvíl beinini eina løtu, fá tær ein góðan kaffimunn og køku afturvið, sigur Tjóðpallurin.

Pallurin er eitt vertshús, eitt leygarkvøld í Havn ella kanska onkra aðrastaðni, har tey ?skeivu? fólkini, sum annars verða biðin um at halda munn, koma til orðanna.

Smáar søgur um kærleika, jalousi, vónloysi og lívsgleði, verða flættaðar saman við livandi tónleiki og sangi.

Tey leikandi eru: Kristina Sørensen, Birita Mohr, Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð.

Caféorkestrið er mannað av: Hans Paula Tórgarð, guitar, Bjarna Berg, klarinett og Rúnu á Heygum, sangarinnuni við tí eyðkendu røddini.

Á repertoirinum hjá Caféorkestrinum eru klassikarar og evergreens úr m.a. rock, popp og countryheiminum.

Innrættað café og staðið fyri ljósinum hevur ljósdesignarin Árni Baldvinsson.

Atgongumerki fáast við dyrnar 1 tíma undan sýning.