Café Chill heldur føðingardag

Í dag eru fimm ár liðin, síðani Café Chill í Kollafirði lat dyrnar upp á fyrsta sinni.

 

Fimm ára føðingardagurin verður hátíðarhildin seinnapartin í dag og eisini í kvøld.

 

Millum kl 14 og 17 verður bjóðað til ein drekkamunn og okkurt gott til børnini, og frameftir kvøldinum verða so ymisk onnur tilboð til gestirnar.

 

Føðingardagurin endar við live-tónleiki, har Signar í Homrum og John Johansen fara at spæla, og er hetta samstundis fyrsta live-kvøldið á kaféini í nýggja árinum.

 

Cafe Chill, ið heldur til har glasvirkið Atlanticpane húsaðist í nógv ár, er blivið eitt væl vitjað stað í Kollafirði. Javnan eru tiltøk á skránni, og til pub-kvissirnar, sum eru hvørt fríggjakvøld, plagar fitt av bygdarfólkinum at luttaka. Kaféin hevur eisini lagt seg eftir at javnan kunna bjóða live-tónleik eins og smærri forkunnugar konsertir, har eitt nú Stanley Samuelsen hevur luttikið.