Í grundgevingum verður sagt, at síðan hesin nýggi Cadillac CTS kom á marknaðin fyrr í ár, hevur bilurin vakt ans um allan heim fyri sínar dygdir sum t.d. kvalitet, trygd og koyrieginleikar. Bara í USA er sølan av CTS vaksin við 75 prosentum.
Hóast Cadillac eru ímyndin av amerikanskum bilum, verða teir minstu Cadillac BLS eisini gjørdir á Saab-verksmiðjuni í Trollhättan í Svøríki. Cadillac er eitt av bilmerkjunum hjá General Motors, sum eisini eiga Saab.
mg