?Cabarét? - Óli P./ár 2000 á veg" Ikki heilt vanligt!

Í Sjónleikarhúsinum hendir mangt og hvat í hesum døgum. Tey eru farin at leggja seinastu hond á verkið, ið kallast ?Cabarét - Óli P./ár 2000 á veg?. Tað eru góðar kreftir aftanfyri, og tey eru samd um, at tað, ið fer fram, er eitt sindur út yvir tað vanliga

Í Sjónleikarhúsinum í Havn eru tey farin undir venjingar av einum stórum tiltaki, ið er í 3 pørtum. ?Cabarét - Óli P/ár 2000 á veg? er skemtiligt og hugvekjandi tiltak, sum Gulla Øregaard og Óli Petersen hava sett saman.

Gulla hevur tikið stig til tiltakið og skrivað saman til samanhangandi tráð og Óli hevur verið hugskotshjálpari til pall og búnar og staðið fyri smáum stuttleikum.


Nýtt kvæði

Eyð Matras tekur sær av leikstjórnini og Knút Olsen hevur tónleikaleiðsluna. Hann hevur eisini sett lag til eitt nýtt kvæði, sum Jógvan Bærentsen eigur orðini til.

Knút hevur eisini gjørt annan tónleik. t.d. til yrking hjá Gunnari Hoydal og temalag, ið skal knýta saman. Onkutíð í moll, í dur, skjótt ella spakuliga. Alt eftir huglagnum í leikinum.

Afturat sær hevur Knút tónleikararnar Kim Hansen, Kaj Johannesen og Niels Olsen.

Martin Joensen og Uni Arge hava eisini smíðað løg og yrkingar.

21 leikarar eru við. Høvuðsleiklutirnar eiga Hilmar Joensen, Jógvan Salomon Joensen og Hallur Hjalgrímsson. Umframt aðarar leikarar eru statistar við og so øll handan leiktjøldini.

Seinasti parturin er eitt farvæl til farandi øldina og ein heilsan til komandi øldina, sum Gunnar Hoydal hevur skrivað.


Kreppan

Tiltakið er í 3 pørtum og eitt tema er, ið verður avbrotið av smáum stuttleikum.

Gulla Øregaard metir, at tað sum byrjaði sum ein kensla, nú vit nærkast nýggjum ártúsund, nú er á pappírinum og skal gerast veruleiki á palli. Hon sigur, at tekningarnar hjá Óla hava verið grundarlag undir arbeiðinum.

Óli sigur. at tað er seinasti parturin av hesi øldini, 90?ini, ið er tikin upp. Kreppan og handfaringin av henni.

Eisini Malan og Lis Helgadóttir geva Óla æruna av at hava verið íblástur. Tær taka sær av búnunum og tær royna at síggja umheimin úr sjónarhorninum hjá Óla, við hansara eygum.


Gaman og álvara

Hóast t.d. kreppan er tikin upp, so meta tey ikki, at torført er at arbeiða og finna javnvág ímillum gaman og álvara.

Gulla og Óli eru samd um, at tey halda seg til evnini, meira enn persónar. Samstundis hava tey í viðførinum, at øll sluppu at gjalda sín part kreppuárini, eisini politikararnir hava goldið tað, ið tað kostaði at vera politikari tá.

Óli og Gulla eru skemtandi og púra samd, tá tey leggja afturat, eingin verður raktur 100%, hægst 50%. Hesum hava tey syrgt fyri..

Pallsmiður er Edith Dahl-Jensen og sum nakað nýtt, so hevur pallsmiðurin verið við alla tíðina, tað vil siga, at hennara arbeiði byrjaði fyri 1 1/2 ári síðani.

Pallurin er nógv broyttur hesa tíðina og broytist enn, men tað liggur fast, at pallmyndin er úti og so verður kagað inn ymsastaðir. Pallurin minnir um bátabrúgvarnar á Skálatrøð og áskoðarin situr úti á sjónum og eygleiðir.

Pallsmíði taka Jákup Olsen og Símun í Dali sær av. Ljósinum taka Niels Nielsen og Turpin Djurhuus og Kjartan Hansen sær av. Elsa Maria Bærentsen er koreograf og framleiðslustjóri er Jytta Joensen.

Sum heild eru fólkini handan tiltakið eitt lið av úrmælingum, hvør á sínum øki. Og tey seru samd um, at tey eru við til okkurt, ið er eitt sindur út yvir tað vanliga.

?Cabaret? - ÓliP./ár 2000 á veg?, fer av bakkastokki nýggjársaftan.