Nógv ensk bløð hava seinastu tíðina borið uppá mál, at Raheem Sterling gevst í Liverpool, og verður partur av einum býtishandli millum Liverpool og Arsenal, har Raheem Sterling fer til Arsenal, og Theo Walcott fer úr Arsenal til Liverpool, og so fær Liverpool nakað av peningi, sum liggur ímillum.
Raheem Sterling hevur sýtt fyri at leingja við Liverpool, og tað hevur lagt lunnar undir hendan býtishandilin, sambært ensku miðlunum.
Gamla stjørnan hjá Arsenal, og núverandi fótbóltsserfrøðingurin hjá SkySports, Paul Merson er ikki í iva um, at Brendan Rodgers, høvuðsvenjari hjá Liverpool eigur at selja Raheem Sterling, fyri at ogna sær Theo Walcott ístaðin. - Um Raheem Sterling fer til Arsenal, og Liverpool samstundis fær Theo Walcott, og nakað av peningi umframt, so haldi eg Liverpool ger aldarinnar handil, heldur Paul Merson.
- Fyri meg er tað ófatuligt, at Sterling ikki tekur av, tá Liverpool bjóðar honum 100.000 pund í løn um vikuna, og hann heldur, at tað er ov lítið. Eg trúgvi Sterling kemur at stríðast framyvir. Fjeppararnir fara skjótt at venda sær ímóti honum. Tí eigur hann at fáa høvdið uppá pláss, og taka av tilboðnum, sum Liverpool gevur honum, sigur Paul Merson, sum samstundis undrast á ráðgevingina, sum 20 ára gamli Raheem Sterling hevur fingið, sum ger, at hann stillar so stór lønarkrøv til Liverpool.
Vinnur Liverpool á heimavølli ímóti Newcastle í kvøld hava teir bara fýra stig upp til Manchester City, sum eru á fjórða plássi, sum gevur atgongd til Champions League kappingina komandi kappingarár.










