Tað eru 10 ár liðin, síðan popp duoin BYRTA kom við sínari fyrstu útgávu.
Útgávan varð sera væl móttikin og løg, sum Loyndarmál og Norðlýsið, vóru nógv at hoyra í Kringvarpinum.
Men, nú kemur so hendan sama útgáva út á Lp - fyri fyrstu ferð.
Útgávutiltak verður í Tutl-handlinum leygardagin hin 8. juli klokkan 14.
Á tiltakinum fer BYRTA at framføra nøkur løg, og høvið verður eisini at ogna sær eitt eintak av Lp´ini við undirskrivt.
Bólkurin hevur júst givið út staklagið ”Vak meg ei”, og bólkurin fer eisini at framføra á ársins G!festivali.
Útgávutiltakið í Tutl-handlinum í morgin, 8. juli, er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.