Millum fyrstu nøvnini, ið danski Spot-festivalurin hevur avdúkað er føroyska Byrta, ið festivalurin fann á G! í fjør.
Føroyska elektropopp duoin Byrta er í løtuni á Danmarksferð í sambandi við Nordisk 2014 konsertferðina, men nú er greitt, at bólkurin skal aftur til Danmarkar at spæla, tá Spot Festivalurin er í Aarhus í mai mánaði.
Tey fyrstu nøvnini eru nú avdúkaði og tey vóru donsku bólkarnir Sekuoia, KIll J, Mont Oliver, umframt føroysku Byrta og svensku Naomi Pilgrim. Men tað eru ikki bara tey nýggju, ið sleppa framat á Spot, tí longu í november kunngjørdi festivalurin, at gamli rokkbólkurin Psyched up Janis fer á pall saman aftur á festivalinum.
Spotfestivalurin er fremsti danski bransjufestivalur, har tónleikaskótar koma fyri at síggja nýggj spennandi nøvn. Føroyar hava líka síðan Prix Føroyar tíðina verið væl umboðaði á Spot.
Nú er G! Festivalurin vorðin ein pallur, ið Spot brúkar at kanna sær føroyskar bólkar, og tað er júst á G! í fjør, at Spot gjørdist sannført um, at Byrta skuldi á pall á festivalinum, ið er í Aarhus 1.-4. mai í ár.