Byrta lokkar enn einaferð

Í dag hevur nýggi elektropoppbólkurin Byrta kunngjørt enn eitt staklag av fløguni, sum kemur út 7. juni.

 

Hetta er triðja staklagið, ið bólkurin kunnger og ber tað heitið Andvekur. Hini bæði løgini, ið eru komin út sum stakløg eru Eydnan og Loyndarmál.

 

Byrta hevði herfyri sína fyrstu konsert. Tað var í Norðurlandahúsinum í samband við 30 ára haldið, har eisini føroyski Brynjolfur og íslendsku Úlfur Úlfur og Sísý Ey spældu. Framførslan hjá Byrta fekk ógvuliga góða móttøku, millum annað skrivaði ummælari hjá Kvinnu soleiðis:

- Hóast Byrta er ein sokallað síðuverkætlan hjá Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen, sum bæði hava aðrar høvuðsverkætlanir sum solosangari og í tónleikari í íslendska bólkinum Bloodgroup, so vóni eg veruliga, at hetta gerst teirra høvuðsverkætlan. Um ikki altíð, so bara fyri eina tíð, tí eg havi fingið smakkin fyri Byrta og eg vil hava meir! Hendan konsertin var uttan iva besta tónleikaframførsla eg havi verið til í Føroyum, nakrantíð!

 

Nýggja staklagið Andvekur kanst tú hoyra á leinkjuni niðanfyri.

 

Mynd: Sigríður Ella Frímannsdóttir, grafisk sniðgeving Heiðrik á Heygum