Byrta er millum nøvnini á Up coming listanum hjá Nordic Playlist, ið er listi sum tónleikasútflutningsskrivstovurnar í Norðurlondum reka.
Umframt at lata ritstjórar velja norðurlendskan tónleik til høvuðslistan á NordicPlaylist vísir heimasíðan eisini tey nýggjastu og mest spennandi talentini, og hesa vikuna, er eitt føroyskt navn ímillum hesi.
Les um Byrta á Nordic Playlist
Nordic Playslist skrivar soleiðis um Byrta:
“Vit fara síðan til Tórshavnar í Føroyum fyri at fáa meira at vita um Byrta, ein fullkomiliga hugtakandi offbeat elektro-popp duo, sum ger vart við seg, ikki bert í heimlandinum, men um øll norðurlond.
Byrta er samanrenningin av tónleikarunum Guðrið Hansdóttir and Janusi Rasmussen við tí í huga at skapa okkurt nýtt, okkurt serligt og okkurt, ið hvørgin teirra hevur roynt áður.
Fyrsta stakfløgan ‘Loyndarmál’ fekk bólkin á G! Festivalin og Iceland Airwaves í fjør, og tey hava júst vunnið heiðurin sum ‘ársins bólkur’, ‘ársins nýggi bólkur’ og ‘ársins útgáva’ á FMA. Hjartaliga til lukku við væluppiborna heiðrinum”
Á heimasíðuni ber eisini til at hoyra lagið ‘Norðlýsið’