Byrta gjørdist stórur vinnari á FMA við trimum heiðurslønum fyri sjálvnevndu fløguna, men longu nú arbeiðir bólkurin við nýggjum tilfari.
Í Brunsj sendingini í Kringvarpinum var Guðrið Hansdóttir herfyri á vitjan, tá avdúkaði hon, at hon og Janus Rasmussen arbeiða við nýggjum tilfari, og at ein nýggj stakfløga kemur í næstum, umframt at tvær aðrar koma í summar.
Hon segði tó, at enn var ikki greitt, nær ein heil nýggj fløga við bólkinum kom út, men at bólkurin m.a. hevði ætlanir um at fara á konsertferð í Týsklandi í oktober.
Á FMA heiðurslønunum vann Byrta heiðurslønirnar í poppkategoriini sum besti bólkur, fyri bestu fløgu og sum besti nýggi bólkur.










