Fyri løtu síðan var grundlógaravhoyringin av sonevnda byrsumanninum, sum skeyt eftir einum øðrum í gjár, liðug. Avgjørt er at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur Grundlógaravhoyringarnar eru lidnar, og byrsumaðurin verður júst nú lagdur inn í arrestina, har hann eisini hevur verið seinasta døgnið.
Nú verður hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hetta verður sambært vakthavandi gjørt við atliti til kanningararbeiði, umframt, vandanum fyri at maðurin ger okkurt annað lógarbrot.
Greitt er somuleiðis, at maðurin verður ákærdur fyri brot á vápnalógina, umframt, at hótta fólk við lívinum og at royna at gera sera grovan harðskap, sum setur offrið í vanda.
Ætlanin við at ákæra mannin fyri morðroynd er slept.
39 ára gamli maðurin kann rokna við at sleppa at sita í geglinum í mesta lagi fýra ár, um allar ákærirnar halda.
Tað var annars eitt tips frá einum persóni, sum hevði sæð mannin ringt eftir einum taxabili, sum gjørdi at løgreglan fangaði mannin.
Tá hann varð tikin, var maðurin púra róligur og visti, hvat løgreglan vildi honum.
- Fyrst og fremst var hann øgiliga móður, staðfestir vakthavandi, sum leggur afturat, at blóðroynd varð tikin av manninum, og henda skal staðfesta um maðurin var ávirkaður.
Talan kann bæði vera um alkohol og onnur evnir.
Maðurin er kendur frá einum hørðum umhvørvi, og tað skilst, at hann ikki hevur eina reina straffiatest frammanundan.











