Byrsumaðurin skuldsettur fyri morðroynd

Í kvøld skal maðurin, ið skeyt eftir einum øðrum manni í gjáramorgunin avhoyrast. Løgreglan arbeiðir við málinum sum eina morðroynd Í gjáramorgunin skeyt ein 39 ára gamal maður úr havn eftir einum øðrum manni, ið var staddur umborð á einum báti í havnini í Havn.

Byrsan, ið skotið varð við, var ein vanlig høglbyrsa, júst sum tær vit vanliga skjóta fugl og harur við.

Maðurin umborð á bátinum fekk fjalt seg aftanfyri ein vegg, og fekk tí ikki kropsligt mein av hendingini.

Seinni varð byrsumaðurin handtikin, og dimma.fo upplýsir, at maðurin hevur verið á gátt hjá blaðstjóranum á Dimmalætting.

Í kvøld klokkan 18 skal byrsumaðurin til grundlógaravhoyringar.

Løgreglan upplýsir, at málið verður tikið í størsta álvara, og at maðurin í fyrstu atløgu er skuldsettur fyri morðroynd.

Bergleif Brimvík, kriminalovasti, og fútin eru í løtuni á fundi um byrsumannin, ið skal avhoyrast í kvøld.