Byrsumaðurin í Funningsfirði handtikin

Løgreglan sigur nú, at maðurin í Funningsfirði er handtikin, og lagt verður aftrat, at hann hvørki hevur gjørt skaða á seg sjálvan - ella onnur Seinasta nýggja:

Løgreglan sigur nú, at maðurin í Funningsfirði er handtikin, og lagt verður aftrat, at hann hvørki hevur gjørt skaða á seg sjálvan - ella onnur.

Sambært Kringvarpinum er maðurin 34 ára gamal og ættaður hagani. Hann hevði ikki byrsuna hjá sær, tá hann varð handtikin. Hann varð fyrr í kvøld kannaður av lækna.

Soleiðis kunnu fólk í Funningsfirði nú vera trygg aftur.

Portalurin frættir beint nú úr Funningsfirði, at bilar standa við ruskplássið, og at tey eisini hava fingið at vitað frá løgregluni, at leitingin er avblást, nú maðurin er funnin og handtikin, eins og trygt er aftur at ferðast til og úr Funningsfirði.

------

(eldra útgávan)

Seinastu tveir tímarnar hevur Funningsfjørður verið avbyrgdur, meðan leitað hevur verið eftir manni, sum fólk halda gongur við byrsu í bygdini.

Løgreglan sigur í kvøld, at leitað verður eftir manni í Funningsfirði, sum kann vera til vanda fyri fólk í bygdini.

Maðurin er farin av húsum við skotvápni.

Løgreglan heitir á fólk um at halda seg innandura - og helst við stongdari hurð.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í løtuni er einki nýtt, men leitað verður framvegis eftir manninum, sum er farin av húsum við byrsu.

Fólk í Funningsfirði eru órógvað av støðuni, og tá Portalurin fyri løtu síðan tosaði við fólk haðani, søgdu tey, at eingin fer út um hurðina, so leingi løgreglan ikki hevur funnið mannin.

Leitað verður eisini við hundum.