Byrsuliðið klárt

Føroysku skjúttarnir høvdu heiðursmerki við sær, tá teir fyri tveimum árum síðani komu aftur úr Hetlandi. Hesa ferð er tað Rhodos, sum er ferðamálið, og Byrsudeildin hjá Skjótisambandinum hevur nú gjørt av, hvørji skjúttar vera við. Tey fýra, sum fara til Rhodos eru Robert Hansen, Norðskála, Rannvá Eiriksdóttir, Hvidovre, Marius Joensen, Norðskála og Bergur Ingvarsson, Slangerup. Hesin seinast nevndi skal royna seg í rifluskjóting.