Byrsan var leika

Klokkan trý korter til eitt í nátt boðaðu fólk politinum frá, at ein maður gekk í býnum í Havn og veipaði við eini byrsu.

Hann peikaði við byrsuni móti fólki og bilum, og fólk vóru bangin, tí tey dugdu ikki at siga, um tað var ein verulig byrsa, sum maðurin hevði.

Politiið kom og tók mannin. Tað vísti seg, at byrsan var leika.

Men ikki er loyvt á henda hátt at skapa órógv, og maðurin varð tí skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.