- Design hevur altíð hugtikið meg, og eg havi altíð tikist við tað kreativa, sigur 26 ára gamli Gundur Mikkelsen, sum umframt at hava lisið í seks ár í Keypmannahavn til merkonom, ymiskt innan list, design, marknaðarføring og reklamusálarfrøði, nú hevur lisið til arkitekt-inrættara í Róm í eitt hálvt ár.
Gundur hevur altíð vita, at hann er listarmaður, og hann hevur altíð havt stóran áhuga í list, skapan og tilevning. Hann sigur, at tað er ikki nakað ein lærir til, men nakað ein hevur í blóðinum. Tískil er hann farin undir hesa útbúgving í Róm.
Gundur Mikkelsen sigur, at Róm er staðið fyri arkitektar, og at hann stórtrívist í Italia, tí hansara áhugamál eru væl umboðað í list- og mentunarháborgini Róm.
- Italia og USA eru so langt frammanfyri m.a. føroyingar og danir innan arkitektur av ymsum slag, og Italia er júst staðið fyri meg, sigur Gundur. Hann sigur, at Italia er sum eitt heim fyri hann, og hann leggur afturat við einum smíli, at storkurin hevur verið púra vilstur, tá hann sjálvur skuldi vera føddur í Føroyum.
Byrjar egna fyritøku
Gundur hevur í nærmastu framtíð ætlanir um eitt byrja egna møblafyritøku bæði í Danmark og í Føroyum.
- Eg havi ætlanir um at byrja spakuliga í nærmastu framtíð, har eg byrji við egnum virki í Føroyum og í Danmark. Vøran, eg fari at selja, verður møblar, sum eg sjálvur havi teknað, men sum vera framleiddir í Danmark. Gundur sigur, at hann hevur lagt ætlanir í tvey ár, og at alt er til reiðar.
Spurdur, um tað ikki verður stór kapping í Føroyum, og um tað yvirhøvur er grundarlag at byrja uppá slíkt, sigur Gundur, at tað óttast hann ikki.
- Eg havi lagt ætlanir og kannað hetta í tvey ár nú, og so havi eg eisini teknað sera nógv. Mín vøra er eisini øðrvísi enn tað, vit vanliga síggja her. Gundur fer aftur til Róm í oktober, men hóast tað kann hann hava fyritøkur koyrandi bæði í Føroyum og í Danmark. Um tey røttu fólkini verða sett at arbeiða, skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki, sigur hann.
Eins og Versace og Armani
Gundur byrjar at selja møblar av ymsum slag, og hann sigur, at tað vera elagantir, einfaldir og tíðarleysir møblar. Men seinni er ætlanin eisini at byrja uppá klædnasølu. Síðani verður kanska farið til aðrar vørur sum brillur, skógvar, luktilsi o.s.fr.
- Hyggja vit at teimum stóru merkjunum, so sum Armani og Versace, eru tey serliga kend fyri klæðir. Men hesi stóru merkir framleiða eisini alskyns vørur, sum yvirhøvur ikki hava nakað við hvørt annað at gera. Og fyri stuttum byrjaðu bæði merkini eisini at framleiða og selja møblar.
Gundur hevur á munni, at á sama hátt ætlar hann at fara til verka. Fyrst við møblum, men síðani at víðka søluna til aðrar vørur eisini.
Fyritøkan hjá Gunduri Mikkelsen hevur verið skrásett eina tíð, og Gundur er so smátt farin undir at keypa maskinur og tilfar til teknistovu.
Ringt at koma í gongd
Tá ein ikki hevur stóra byrjunarupphædd, er torført at fara í gongd við egnari fyritøku. Júst á hesum økinum er lesnaður hansara til merkonom sera hentur, og hetta var júst orsøkin til, at hann las til merkonom.
- Um eg seti røttu fólkini í starv, fái røttu leiðarar og røttu handilsfólkini, samstundis sum samarbeiði er ein týdningarmikil partur, haldi eg, at møguleikarnir eru góðir, sigur Gundur Mikkelsen.
Merkið, sum eftir ætlan skal vera selt, eitur Follend, og er tað millumnavnið hjá Gunduri Mikkelsen og eitt gamalt familjunavn. Hetta slagið av møblum, sum Gundur fer at selja, er sera øðrvísi og kanska eisini sjáldsamt í Føroyum.
- Føroyingar eru kanska ov konservativir, tá tað kemur til møbladesign. Teir eru 10 ár aftanfyri t.d. Danmark, sum aftur er 10 ár aftanfyri Italia og USA. Føroyingar eru ov smædnir, og tað er ov lítil virðing fyri listini. Um ein ikki dámar okkurt, sum verður sýnt fram, kundi ein í hvussu so er farið og vita hvat tað er, sigur Gundur Mikkelsen.
Gundur fer ikki at satsa uppá at vinna nakað inn í Føroyum, og hann ætlar bert at royna fyri fyrst. Danmark er eitt størri land, har er lættari at fáa høli, og sostatt er møguleikin betri at vinna nakað í Danmark. Har er lættari at fáa slíka fyritøku upp at standa.
- Eg satsi uppá at kunnað opnað okkurt næsta summar í Danmark, og einaferð í framtíðini hevði eisini verið stuttligt at kunna selt í sjálvum Róm, sigur Gundur Mikkelsen. Slíkt hoyrir stórbýnum til, og tað er har, lættast er at byrja.
Møblar vísa persónligheit
Eins og klæðir hava møblar eisini eina ávísa ávirkan á, hvat tú heldur um ein persón. Tað er ein ávís persónligheit við heiminum hjá einum persóni ella einum húski, og eins og við klæðum, vísa møblar ofta á persónin.
- Møblar kunnu vera avslappandi, humoristiskir, symbol uppá okkurt, o.s.fr. Tískil peika møblar ofta á persónin, sum eigur teir, sigur Gundur.
- Ikki tað at møblar eru statussymbol, men teir siga nógv um fólkini, sum búgva har, tí fólk vitja hvønn annan meiri nú enn fyrr.
Kemur á marknaðin skjótt
Gundur hevur ætlanir um, at onkur vøra hjá honum vónandi kemur á marknaðin longu um fjúrtan dagar. Hann sigur, at um hann kanska fær eitt høli í t.d. SMS, kundi hann sýnt fram og selt okkurt.
Alt er komið uppá pláss viðvíkjandi fyritøkuni, men allíkavæl tekur tað tíð at koma í gongd við hesum.
Spurdur um, hvussu hann nú av álvara fer til verka, svarar Gundur:
- Ikki í dag, heldur ikki í morgin, men eitt sindur í dag, og eitt sindur meiri í morgin. Hetta er politikkurin hjá honum, at arbeiða seg spakuliga uppeftir.
Vit ynskja Gunduri góða eydnu við fyritøku og framtíðarætlanum hansara, og vónandi verður merki hansara Follend einaferð eitt vælumtókt, nógv umbiðið og kent merki. Um 26 ára gamli vestmenningurin Gundur Mikkelsen nakrantíð kemur á hædd við merkir sum t.d. Armani og Versace, má tíðin vísa.