Byrjar at líkjast vølli aftur

Enn ber ikki til at siga, um sparkivøllurin í Nólsoy hevur fingið skaða, tað kann fyrst staðfestast, tá stóru steinarnir eru fingnir av vøllinum Seinastu vikuna hava menn hjá Tórshavnar kommunu í Nólsoy fingist við at rudda sparkivøllin í Nólsoy aftur, eftir umgangin, hann fekk undir nógva uppganginum seinasta hóskvøld.

Tað er ikki meiri enn lítil mánaði síðani, at vøllurin fekk at kenna nátúrukreftirnar av einum brimi, men hesaferð varð skaðin so nógv størri, og allur vøllurin lá undir í mold og gróti.

Hesa seinastu vikuna hava menn hjá Tórshavnar kommunu í Nólsoy fingist við at rudda vøllin, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt sjálvt teppið hevur fingið skaða ella ikki.

Vit hava higartil bert ruddað økini, har tað stóra grótið ikki er, og har hevur teppið so ikki tikið skaða. Men í komandi viku fara vit at rudda økið í landsynningshorninum, har alt grótið kom inn á vøllin, og fyrst tá kunnu vit siga nakað um, hvørt teppið sjálvt hevur fingið skaða, sigur Mikkjal Holm, umsjónarmaður hjá Tórshavnar kommunu í Nólsoy.

Væntandi verður allur vøllurin ruddaður í komandi viku, og tá verður eisini greitt, um sjálvt graslíkisteppið hevur fingið skaða ella ikki. Talan er ikki um ein FIFA vøll, men ein sannangóðskuvøll av tí slagnum, sum UEFA góðtekur til altjóða dystir. Støddin er tó bert 41X61 metrar