Í byrjanini

??Tað er eingin dýpd í rúmdini,?heldur ikki sporleysu fløtu andans?hvørs ásýnd skyggir fullkomileika - -?kvirr, ógatað, men ásýnd hóast alt.?Og so tók hann ein stein,   ?og kastaði hann,?og við vekt hansara sum hann fell,?dró niður hina fløtu vídd,?og telgdi eitt jarðildi og dal har eingin hevði verið.?Og vektin av steininum í hjarta jarðarinnar?dró til tess bróst vektina av himni,?og á honum gingu føtur av skapningum,?og teirra hálsar Bylgjaðu luftina.?Og steinurin í avgrund himins,?hansara vekt av órógv og máli,?boraði frá hini tómu hædd?eina rennandi æðr av dýpd.??Talið, Skapningar - -?sláið á bundnu luftina við tykkara tungum.?Kallið, Einglar, gjøgnum hæddina ið steinurin hevur gjørt.?Smakkið, og finnið heimin ið orð hansara hevur kastað.?Í gjøgnum dýpdir, endurljómið hans tøkk!??(Nb: Vónandi sæst eitt X.)??            Christian Fróði Djurhuus?            umsetti?