Flogbóltur
Fossanes ? ÍF 3-0
10 ? 25, 13-25, 17-25
Um Fossánes hevði kunna byrja við triðja sett, so høvdu tær uttan iva vunnið dystin ? ja, soleiðis kundi niðurstøðan eftir dystin leygardagin í Klaksvík kanska verið.
Tí ein fær ta fatan, at Fossánes, sum flutti upp úr 1. deild seinasta kappingarár, líkasum ikki torir at leika í meistaradeildini og líkasum følir seg fram í teimum fyrstu settunum, og ikki tolir pressið at leika á langvølli í ítróttarhøll, í mun til fimleikahøllina á Fossánesi.
Hesin leikháttur má broytast, um liðið ætlar sær at vinna ein dyst í meistaradeildini, tí her verður einki givið vekk ókeypis.
Og soleiðis var tað í Klaksvík, tá ÍF kom á vitjan. Seinasta vikuskiftið leikti ÍF ímóti Mjølni og tapti 3-0, og ein merkti á liðnum, at í dag skuldu tær fáa sín fyrsta sigur.
Og hetta megnaðu tær eisini uttan stórvegis trupulleikar, tí ikki fyrr enn í triðja setti gjørdi Fossánes mótstøðu. Besti leikarin hjá ÍF var Helen á Lakjuni, meðan Lena í Buð royndist best hjá Fossánesi.