Byrja útflutningin um ein mánað

Tað fer helst at ganga ein mánaður ella so aftrat, áðrenn nýggja virkið "Faroe Fresh" kann byrja spennandi virksemið sítt at keypa og útflyta fisk beinleiðis á europeiska marknaðin.

Miðvágur: Ætlanin var upprunaliga, at hetta virkið skuldi fara til arbeiðis í summar.
Men sum vituligt er, skulu øll loyvi verða í lagi áðrenn hetta. Tí hevur alt tikið longri tíð enn ætlað.
- Tað vanta enn nakrir smálutir í góðkenningini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
- Og so vantar eisini nakað av útgerðini. Men um ein mánað ella so, eru vit til reiðar, sigur ein av stigtakarunum, Sonfinnur Ellefsen við Sosialin.
Verður farið undir móttøku og útflutning av fiski tá, so kann virkið verða liðugt, tá várróðurin byrjar aftur í ár.

Fyrstafloks
At Sonfinnur var farin undir hesa ætlanina, kemur ikki av ongum.
Hann hevur royndir sum útróðrarmaður, og veit tí, hvussu stóran týdning tað hevur at góðskan á fiskinum er í lagi.
- Tað er heilt vist, at er fiskurin feskur og fyrstafloks tá hann er á marknaðinum í Europa, so fæst eisini ein sera góður prísur fyri hann.
- Tí er tað at eg sigi: Tveir daga gamlan fisk fært tú einki fyri. Tá er prísurin snøgt sagt burtur, segði hann við Sosialin, tá vit vitjaðu í Miðvági í fjør summar.