Byrja nú í Leynum

Arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi byrjar alment í dag, tá Partafelagið Vágatunnilin handar NCC Vágakonsortiinum arbeiðsplássið í Leynum

Leynar: Í dag verður arbeiðsøkið, har byrjast skal at bora Vágatunnilin Streymoyarmegin, alment handað arbeiðstakaranum NCC Vágakonsortiinum. Farið verður so undir sjálvt boriarbeiðið, tá allar fyrireikingarnar eru lidnar.

Dagurin í dag er settur sum dagurin, tá byrjað verður upp á sjálvt tunnilsarbeiðið Streymoyarmegin. Miðskeiðis í seinasta mánað varð farið undir at gera arbeiðsveg til tunnilsmunnan á Vágalandinum. Tað arbeiðið gongur eftir ætlan, og væntandi verður borað Vágamegin um eitt hálvt ár. Tað er tíðarfreistin, sett er, frá tí byrjað verður í Leynum.

Dávid Reinert Hansen, stjóri í Partafelagnum Vágatunnlinum, sigur, at nú arbeiðsplássið alment er handað arbeiðstakaranum, verður farið undir at gera økið klárt, soleiðis, at farast kann undir sjálva boringina.

Økið hevur ligið soleiðis hálvavegna frágingið seinastu tíggu árini, so okkurt er, sum vælast skal um. Okkurt er, sum skal planerast og so framvegis.

Eisini varð lagt kloakkfrárensl, tá farast skuldi undir tunnilsarbeiðið seinast. Tann leiðingin varð bara løgd umleið hálva leið ta ferðina. Nú skal hon kannast fyri at vita, um tað, sum lagt er, kann nýtast, og annars skal øll leiðingin gerast liðug, sigur Dávid Reinert Hansen.

Boriútgerðin kom í gjár við skipið úr Noreg. Útgerðin varð skipað upp á Langasandi í Kollafirði, og beinanveg klárt er, verður so farið undir at borað, sigur hann. Arbeiðsskúrar, onkur gravimaskina og onnur útgerð komu í seinastu viku.

Arbeiðsmegin, sum NCC Vágakonsortiið fer at brúka, verður føroysk og útlendsk. Eisini leiðslan. Umsitingarleiðari fyri verkætlanini undir Vestmannsundi er føroyingurin Herman Lindberg, meðan tveir norðmenn fara at virka sum arbeiðsleiðarar.