Frakland, Rumenia, Serbia, Litava, Eysturríki og Føroyar koma á fundi í Wien í dag ásamt um kappingarskránna fyri teirra bólk í undankappingini fram móti heimsmeistaraskapinum í Suðurafrika í 2010, skrivar Fótbóltssambandið.
Føroyar skulu spæla fýra landsdystir komandi heyst, meðan hinir seks dystirnir verða spældir í 2009.
Tað lagaði seg soleiðis, at føroyska liðið sleppur undan at spæla dystir tíðliga á vári og seint um heystið.
Fyrsti dystur verður á útivølli móti Serbia leygardagin 6. september 2008, og seinasti dystur verður eisini á útivølli, hann verður í Rumenia 14. oktober 2009.
Heimsmeistarakappingin verður spæld í Suðurafrika í døgunum 11. juni til 11. juli 2010
Dystarskráin hjá føroyska liðnum sær soleiðis út:
6. september 2008: Serbia ? Føroyar
10. september 2008: Føroyar ? Rumenia
11. oktober 2008: Føroyar ? Eysturríki
15. oktober 2008: Litava ? Føroyar
10. juni 2009: Føroyar ? Serbia
19. august 2009: Føroyar ? Frakland
5. september 2009: Eysturríki ? Føroyar
9. september 2009: Føroyar ? Litava
10. oktober 2009: Frakland ? Føroyar
14. oktober 2009: Rumenia ? Føroyar










