Byrjaðir upp á Oyrarvegin

Farið er nú undir at gera vegin av Oyrarbakka út til Oyrar. Í fyrsta umfari verður bara eitt lítið petti gjørt, sigur Landsverkfrøðingurin

Edvard Joensen
Oyrarbakka:Farið er undir at gera nýggjan veg út til Oyrar. Fyribils er bara ein millión sett av til hesa vegagerðina í ár, og hon røkkur ikki serliga langt, sigur Landsverkfrøðingurin.
Tað hevur í nógv ár veirð tosað um at gera vegin av Oyrarbakka út til Oyrar av nýggjum. Men pengar hava ongantíð verið játtaðir, fyrr enn til jólar í fjør, beint áðrenn fígjarlógin varð samtykt.
?Tá kom ein millión, sum politikararnir høvdu sett av, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur. Fyri hana verður nú arbeitt, men hon røkkur stutt. Bara nakrar fáa metrar av vegbreyt, sum hann tekur til, tí ognarstøka og tílíkt skal eisini gjaldast burtur av hesi upphæddini.
Farið er undir at gera vegin frá Eydnuni og úteftir, so langt, pengarnir røkka. Tá uppi er, verður bundið í aftur gamla vegin, og so má bíðast, til næsta játtanin kemur. Tað, sum gjørt verður nú, verður gjørt heilt liðugt, so klárt verður at koyra eftir nýggja vegnum, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Oyrarvegurin er ikki á langtíðarætlanini, sigur Landsverkfrøðingurin, hóast ynskiligt kundi verið, at so var.
Vegurin til Oyrar er gamal og smalur, og er als ikki nøktandi til tungu feðrsluna, sum er eitt nú til Skelja- og Rækjuvirkið á Oyri.