Byrjaðir at útstykkja

Áhugin fyri nýggju grundstykkjunum í Klaksvík er stórur

 

Klaksvík: Komandi vár skulu 24 nýggj grundstykki seljast í Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna stendur fyri at gera hesi grundstykki klár á Helnabrekku, og arbeiðið er byrjað. Tað er byggivirkið Højgaard og Schultz, sum stendur fyri at gera tær 24 útstykkingarnar.

? Áhugin fyri hesum grundstykkjunum er sera stórur, og tað er greitt, at øll tey, sum vilja hava grundstykki, fáa ikki í hesum umfarinum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Tað eru meira enn tvífalt so nógvar umsóknir, sum tað eru grundstykki.

Ætlanin er at grundstykkini skulu standa liðugt fyrst í komandi ári, so fólk kunnu fara at byggja á teimum móti vári.