Fyrsta rættiliga brúdleypið vil siga, at hetta er fyrsta ferðin, at ein samkoma hevur kunnað givið brúðarparinum meira enn sítt vælsignilsi. Áður hevur tað verið soleiðis, at um brúðarparið ynskti ikki at giftast í kirkju, varð parið vígt á fútaskrivstovuni, fyri at fáa tað løgfrøðisliga frá hond, og síðani varð vælsignilsi givið í samkomuni.
Men fyri stuttari tíð síðan hava nakrar samkomur í Føroyum fingið vígslumyndugleika, sum kirkjan áðrenn hevði einarætt uppá. Og leygardagin var Filadelfia karmur um fyrsta brúdleypið, har tað løgfrøðisliga og tað "vanliga" var gjørt í samkomuni.
Kavakríggj
Alt byrjaði við einum kavakríggi fyri átta árum síðani. Tór Arni og Sóley hava bæði altíð gingið í Filadelfia.
? Tór Arni flutti til Havnar í 1994, men tá legði eg ikki rættiliga merkis til hann. Vit hava altíð gingið í Filadelfia, men tað var ikki fyrr enn aftaná eitt kavakríggj í 1996, at vit komu at kennast. Vit vórðu rættiliga góðir vinir, men vit komu ikki saman fyrr enn í desember 1999, greiðir brúðurin, Sóley, nú Samuelsen, frá.
Tann 2. juni í 2001 tóku tey bæðið ring uppá, og nú eitt ár seinni eru tey gift.
Vígslan gekk fyri seg á tann hátt, at pápi brúðrina leiddi hana inn til brúðgómin. Síðani varð boðið vælkomið, og síðani var sangur. Eftir eina talu, og Amazing Graze á fagott og gittar varð sjálv vígslan. Tummas Jacobsen, samkomuleiðari í Filadelfia, gifti tey bæði, Sóley, 22 ár, og Tór Arna, 29 ár.
Í Filadelfia var rættiliga nógv fólk samankomið.
? Tað kendist meira ordiligt, at vit kundu orna alt á einum staði, sigur Sóley.
? Soleiðis hevði ein kanska betri stýr á tí sjálvur, og tað var eisini nakað serligt við at kunna orna alt í Filadelfia. Sjálv haldi eg, at tað riggaði ógvuliga væl.
Ístaðin fyri tað, sum prestur ella annar almennur myndugleiki, vanliga brúka, vóru orðini, ið Tummas Jacobsen brúkti umsett úr enskum.
Aftaná vígsluna í Filadelfia var reseptión, og brúðarparið fór at taka brúðarmyndir. Um kvøldið var veitsla fyri innbodnum í Pálsstovu.
Sosialurin ynskir brúðarparinum hjartaliga tillukku.