Byrjaði sum endurtøka

Eftir nakrar trilvandi minuttir gjørdu føroysku fótbóltskvinnurnar bart, tá tær skutu Isle of Man sundur og saman

Guernsey: Tá føroysku fótbóltskvinnurnar í fjør vunnu gull á Isle of Man byrjaði alt við einum knúsandi 10-0 sigri á vertunum.
Aftur hesa ferð var tað Isle of Man, sum var fyrsta mótstøðuliðið, og aftur hesa ferð gjørdist talan um sanna avbuking. Hesa ferð við einum máli fleiri.
Fyrstu lítlu løtuna var tó ikki so nógv, sum bendi á, at Føroyar skuldu verða somikið sannførandi hesaferð. Isle of Man royndu alt fyri eitt at seta trýst á føroysku verjuna, og bert ein stórbjarging av Annu Kristinu Joensen í málinum forðaði Isle of Man í at leggja seg á odda eftir frísparksinnlegg úr høgru.
Føroyska spælið tóktist heldur ikki serliga sannførandi hesa fyrstu løtuna. Kanska var tað trýstið yvir favorittleiklutin, sum tyngdi føroysku kvinnurnar, men eftir fyrsta málið gjørdist alt hetta tó munandi betri.
Hesum fyrsat kassanum syrgdi match-vinnarin frá finaludystinum í fjør, Malena Josephsen, fyri, og so gekk bara ein veg. Tríggjar minuttir seinni høvdu Vivian Bjartalíð og Halltóra Joensen trífalda leiðsluna, og so var tað bara ein spurningur um stødd á sigrinum.
Talan gjørdist altso um ellivu kassar í hesum fyrsta dystinum, men meira enn øll málini, so mundu landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, fegnast um, hvussu væl nýggja samasetingin á liðnum riggaði. Ikki minst miðvøllurin, har Eyðvør úr Dímun er einasta eftirerandi av liðnum fyri tveimum árum síðani, fann skjótt rætta stevið. Nýggja samansetingin í verjuni kom ongan tíð av álvara at standa sína roynd, men í øllum førum tykist framrættaði parturin her at vera í lagi við Sólvu og Silju á hvør sínum borði, og eitt álop við Halltóru og Malenu er í øllum førum garantur fyri hørðum arbeiði gjøgnum heilan dyst, og so er ofta, at okkurt munagott spyrst burturúr.

Maibritt á skaðastovuna
Einasta skeinan í so máta mundi vera tann, sum Maibritt Olsen fekk omanfyri eygað, stutt eftir at hon kom á vøllin. Hon varð skumpað um koll, og fallið var somikið óheppið, at hon umvegis knæið á Sólvá Joensen fekk eitt sár, sum kravdi tríggjar pentur á skaðastovuni.
Tá vit seinast frættu, tóktist skaðin ikki at vera heilt so álvarslivur, sum tað av fyrstan tíð tóktist, men tað er nokk illa hugsandi, at hon skal royna seg í dysti longu aftur týsdagin, tá fótbóltskvinnurnar aftur skulu í eldin.

Dysturin í tølum
Føroyar-Isle of Man 11-0 (7-0)
1-0: Malena Josephsen
2-0: Vivian Bjartalíð
3-0: Halltóra Joensen
4-0: Halltóra Joensen
5-0: Rannvá Andreasen
6-0: Rannvá Andreasen
7-0: Halltóra Joensen
8-0: Malena Josephsen
9-0: Malena Josephsen
10-0: Rannvá Andreasen
11-0: Rannvá Andreasen

Føroyar: Anna Kristina Joensen ? Sólvá Joensen, Bára S. Klakstein, Ragna Andrerasen, Silja á Borg ? Heidi Heinesen, Eyðvør úr Dímun, Rannvá Andreasen, Vivian Bjartalíð - Halltóra Joensen, Malena Josephsen