Ungi klaksvíksdrongurin, Hans Krosstein, byrjaðI at kappsúkkla fyri sløkum hálvumtriðja mánaðI síðan. Hetta hevur tó ikki forða honum at vinna hvørt umfarð í granprix-kappingini fyri 12-14 ára gamlar dreingir. Á Vestanstevnu vann hann fimtu stevnusúkklingina upp í slag, og er langt fremstur í samlaðu støðuni.
Spurdur um hví hann hevur valt at luttaka í Statoil Kring Føroyar, sigur 14- ára gamli Hans Krosstein, at kappingin ljóðar spennandi og útfordrandi, og tí luttekur hann í ár.
-Sjálvur vænti eg ikki at gjøgnumføra alla kappingina, men eg vóni tað kortini, sigur ungi klaksvíkingurin við Sosialin. Víðari sigur Hans, at um hann klárar etapuni á Eysturoynni, sum er tann longsta, so hevur hann góðar vónir um at gjøgnumføra kappingina.
Teinurin á Eysturoynni er 120 kilometrar, og er longsta strekkið, Hans Krosstein hevur súkklað er 53 kilometrar, og tí kann væntast at etapan á Eysturoynni verður ein rættiliga stórur gloypibitið hjá klaksvíkinginum.









