Høvuðsstýrið í Heimamissiónini hevur í longri tíð arbeitt við spurninginum um, hvussu arbeiðið við útimissiónini skal skipast í framtíðini.
Tann tíðin, tá trúboðarar vórðu sendir til ymisk lond og til ymisk arbeiði er farin. Ætlanin er nú ístaðin at velja út eitt einstakt land ella eitt einstakt øki í einum landi, og síðani senda trúboðarar hagar.
- Vit vilja fegin seta ljóskastarin á eitt ávíst land, sigur Øssur Kjølbro, sum er missiónsskrivari hjá Heimamissiónini við blaðið Trúboðin.
Við hesum nýggja leistinum vónar hann, at tey kunnu gera eitt langtíðararbeiði í einum missiónslandi, og at arbeiðið ikki dettur niðurfyri, um eitt trúboðarapar gevst í tænastuni.
Hevur ein fleiri pør ella einstaklingar í einum og sama landi, skuldi tað ført við sær nógv størri kunnleika til hetta landið.
- Hetta kundi so eisini skapt eina samleikakenslu til landið, sum missiónshúsini í Føroyum eisini kundu tikið til sín, sigur missiónsskrivarin.
Væntað verður, at ein avgerð verður tikin í hesum málinum í ár.
Andaligt søkjandi
Í framtíðini fer Heimamissiónin sostatt at miða eftir, at hava færri øki, har ein skal útinna missiónsarbeiðið í.
Leygardagin fóru fýra mans frá Heimamissiónini á eina kanningarferð til Cambodia. Hesir fýra eru umframt Øssur, aðalskrivarin Vagn Foldbo, formaðurin í høvuðsstýrinum Thomas Dam og høvuðsstýrislimurin Alfred Petersen.
Ein av orsøkunum til, at ein júst hevur valt at kanna umstøðurnar í hesum landinum, er tann toymisferðin, sum varð gjørd til landið á sumri í fjør.
Her vóru umboð fyri Heimamissiónina og vitjaðu, og sóu tá ein stóran tørv á missiónsarbeiði í hesum landinum, hvørs høvuðsátrúnaður er buddhisma.
Formaðurin í høvuðsstýrinum, Thomas Dam var sjálvur við á ferðini. Hann greiddi soleiðis frá fyri Trúboðanum:
- Eg havi ongatíð áður upplivað menniskju, sum vóru so opin fyri gleðiboðskapinum. Tað vóru fleiri, sum bóðu saman við okkum til frelsu. Prestarnir søgdu, at teir høvdu upplivað eina stóra broyting seinastu tvey árini, við at tað at fleiri og fleiri gjørdust andaliga søkjandi.
- Eg minnist serliga, hvussu Gud virkaði millum okkum við undrum og við tað, at fleiri vórðu grødd.
Í dag fær ein ikki innferðarloyvi sum trúboðari til Cambodia, og tí senda missiónsfelagsskapir fólk hagar at gera ymisk sløg av hjálpararbeiðum.
Nevnast kann, at Luthersk Mission í Danmark og Normission í Noregi eru byrjað í smáum at arbeiða her.
FAKTA
Cambodia
Íbúgvar: 13,8 mió fólk
Høvuðsstaður: Ohnom Penh
Átrúnaður: Síðani 1986 er buddhisman statsreligión. Ein islamskur minniluti finst í landinum.
Stjórn: Parlamentariskt kongadømi síðani 1993. Kongur er Norodom Sihamoni. Forsætisráðharri er Hun Sen, sum er valdur fyri lívstíð.










