Á einari ferð í Turkalandi fyrr í vikuni kunngjørdi pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, at samráðingarnar ímillum Pakistan og India um tað umstrídda Kashmir byrja í næsta mánað. Hann vildi tó ikki siga, nær í februar samráðingarnar byrja.
Enn er ikki avgjørt, um samráðingarnar verða á ovasta politiska stigi. Í seinastuni hava pakistanskir og indiskir embætismenn fyrireikað samráðingarnar. Tað vóru Pervez Musharaf, forseti, og indiski forsætisráðharrin, Atal Behari Vajpayee, sum tóku stig til at loysa ta gomlu ósemjuna um Kashmir fyrr í hesum mánaðinum.
Avgerðin var ein stórt framstig. Fyri tveimum árum síðani var tað um reppið, at kríggj brast á ímillum India og Pakistan um Kashmir.