Byrjað er at telja á Hálsi

Atkvøðurnar eru nú um at verða sorteraðar, og so verður farið undir veruligu uppteljingina Tað er ein stórur hópur av fólki, sum er til arbeiðis í valhølunum á Hálsi í kvøld.

Beinanvegin sum valhølið var latið aftur, varð farið undir at sortera atkvøðurnar, eftir at brævatkvøðurnar vórðu býttar út á teir seks atkvøðukassarnar.

Sorterað verður í fyrsta lagi á einum felags borði, og síðani verða atkvøðurnar býttar út á flokkarnar. Harnæst verða tær so býttar út á ymsu valevnini.

Talan er um 7.608 atkvøður tilsamans, sum skulu fordeilast út á tey 94 valevnini og seks flokkarnar, og nú klokkan líður til níggju verður roknað við, at eitt úrslit fyriliggur einaferð eftir kllokan tíggju.